Nógvir bilar vórðu steðgaðir í gjár á Norðara Ringvegi í Havn, tí bilførararnir ikki virdu ferðavmarkingarskeltini, ið sett eru upp í sambandi við vegarbeiðið har.
- Vit valdu at ávara um, at vit í dag fara at standa her og máta ferðina hjá bilunum, tí vit vilja gera vart við, at bilførarar skulu minnast til at ansa eftir, har vegarbeiði er, sigur Bjarni Nattestad, politikommiserur, og vísir á, at løgreglufólkini eru í gulum vestum og standa, so at tey eru sjónlig, væl áðrenn bilarnir koma til skeltini.