Lív Magnussen, Liam Ulrik Picolell Saxov og Áki Stenberg velja i dag fyri fyrstu ferð, tí hetta er fyrsta val, tey hava valrætt til.
Og tað er spennandi, umframt at tað fyllir nógv hjá teimum ungu.
- Eg merki stóran mun, tá eg møti vinfólkum á gøtuni, tí øll spyrja hvønn annan, hvat tey fara at velja. Eisini tosa vit nógv meira um tað i tímanum, sigur Lív Magnussen.
Øll trý ætla sær á val, men ikki øll høvdu fríggjadagin gjørt av, júst hvønn tey ætlaðu sær at velja. Onkur visti, meðan onkur annar var í iva.