Vígdis Skorheim, námsfrøðingur, ið hevur lisið námsfrøðiliga sálarfrøði, vísir á, at tú kanst grundgeva fyri báðum sjónarmiðum.
Børn uppliva tað fjálgt og trygt at sova saman við foreldrunum.
Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at tey kunnu gerast meiri sjálvstøðug, um tey sova í egnum kamari.
Hetta er eitt evni, sum flest øll foreldur hava eina meining um, og í grundini er einki rætt svar. Børn eru ymisk, og tað snýr seg um at finna eina skipan, sum er gagnlig fyri allar partar, leggur Vígdis Skorheim dent á.