- Vit hava verið við til fleiri kappingar uttanlands, og vit hava leingi hugsað, at tað hevði verið stuttligt at bjóða teimum hendanvegin, sigur Nena Jákupsdóttir, venjari hjá Loppunum, og leggur afturat at fimleikarar koma úr Noreg, Íslandi og Danmark at kappast móti okkara íðkarum, sum eru væl fyri.
Ein av teimum er Súsanna Johannesen, sum hevur gjørt fimleik í nógv ár, og hon hevur góðar vónir til kappingina.
- Vit eru væl fyri, og vit vóna, at alt gongur sum tað skal. Venjingarnar hava í øllum førum verið góðar síðstu tíðina, sigur Súsanna.