Gongst sum ætlað, verður ein barnabók skrivað um Norsku løvu, seglskipið, ið rendi á land í Lamba í 1707.
Sunneva Lambavík, sum sjálv er uppvaksin og búsitandi í Lamba, hevur altíð verið hugtikin av søguni um skipið, sum sakk á Lambavík nýggjársaftan, 1707.
Nú hevur hon sett sær fyri, at børn eisini skulu læra ævintýrkendu søguna at kenna.
Myndirnar í bókini hevur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim teknað.
Eisini er ein ljóðmynd, ið Hans Marius Ziska hevur havt um hendur.