Tað er Náttúrunetverkið, samskipað av Umhvørvisstovuni, sum spyr okkum hesar spurningar seinnapartin, tá ið tey skipa fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Har vera tríggjar framløgur, sum greiða frá, hvussu tú fært sum mest burtur úr tí plássi, tú hevur kring húsini.
Ein av teimum, sum fer at greiða frá, er Tjóðhild Patursson. Hon fekk heiðurin at tosa um tann mettandi urtagarðin.
- Talið á teimum, sum velta sítt egna grønmeti, veksur í heilum, og tú kanst fáa nógv burturúr, hevur tú bara eitt lítið petti av jørð, sigur hon.