28. mai settust tríggir menn við árarnar á havgangandi róðrarbátinum, Guðrun. Teir løgdu frá landi nakað sunnanfyri Miami í Florida í USA.
Kósin var sett móti Føroyum. Teir væntaðu, at ferðin fór at taka tveir til tríggjar mánaðir.
Umborð vóru føroyingarnir, Edmund Berg og Jákup Jacobsen, og bretin Neil Blackeby.
Guðrun kom kortini ongantíð til Føroya. Eftir 83 dagar á opnum havi endaði ferðin nakað vestanfyri Írland.
Tríggir fjórðingar av teininum vórðu lagdir afturum, tá ið ein sjógvur gjørdi skaða á árabátin.