Javnan hoyra vit fólk tosa um ov lágt ella ov høgt stoffskifti.
Men ov høgt stoffskifti er eisini nakað, sum er ein trupulleiki í kettuverðini. Umleið fimta hvør ketta, sum er átta ár ella eldri, hevur ov høgt stoffskifti.
- Hevur kettan káman pels við flusi, er rastleys og høgan puls, kann tað vera tekin um ov høgt stoffskifti, sigur Signar Petersen, djóralækni.
Í morgunsendingini fortelur djórlæknin um avbjóðingina við eldri kettum og ov høgum stoffskifti. Eisini varar hann spurningum frá lurtarum.