Tað hugtekur meg at síggja, hvussu gomlu kortini vórðu gjørd, sigur Jan Hammer Egholm.
Elsta kortið, hann hevur í savninum, er frá 1570.
Tað er einastandandi, at tey hava megnað at gjørt kortini so neyv við teimum amboðum, sum vóru tøk tá, leggur Jan aftrat.
Tórarinn á Rípuni, savnslærari á Tjóðsavninum, heldur eisini kortini vera áhugaverd.
Hann vísir á, at tað er eyðsæð á eitt nu elsta kortinum, at tey, ið hava teknað, ikki hava verið í Føroyum.
Tað er bygt á frásagnir og samansetingar av øðrum kortum.