Tað var ein ungur, Poul Michelsen, sum tá var í læru hjá Balslev, ið filmaði hendingina.
- Eg helt ikki, at hesin filmurin var til longur, sigur Poul Michelsen. Upptøkan bleiv funnin í sambandi við, at nakrir gamlir spolar herfyri vóru talgildir.
Sakk inni í Havnini
Tað var í 17. februar í 1968, at ferðafólkaskipið Ritan sakk, eftir at hon var ásilgd av Ternuni uttan fyri molan í Havn.
Ritan kom í flotan í 1949. Hon var bygd í Keypmannahavn og sigldi fyri tað mesta millum Sandoy, Nólsoy og Tórshavn.