- Eg var bangin fyri at doyggja, og bangin fyri teimum fylgisjúkunum, sum diabetes hevur við sær.
Orðini eigur 55 ára gamla Maud Wang Hansen úr Nólsoy.
Í fleiri ár var Maud Wang Hansen forkvinna í Pedagogfelagnum og javnan at síggja í almenna rúminum. Men tá fólk síggja hana í dag, eru tað fleiri, ið ikki kenna hana aftur.
Seinasta hálvtannað árið er hon lætnað 45 kilo, og tað hevur hon gjørt við nýggjum kost- og rørsluvanum.
Í morgunsendingini greiddi Maud Wang Hansen frá lívsstílsbroytingini, sum hevur givið henni eitt lættari lív.