Prikkar, bløðrur, fepur og skriði.
Soleiðis hava nógv børn tað í hesum døgum, tí júst nú ganga skáldkoppar.
– Tað er eitt útbrot akkurát nú, og tað er rættiliga vanligt, at hesi útbrotini eru í mars, apríl og mai mánaði, sigur Amalia Danielsen, komunulækni.
Aloftast ganga illum fýra og fimm ár millum hesi útbrotini, og hóast eitt útbrot er nú, so er hetta ikki nakað, sum fyllir nógv í viðtalunum hjá kommunulæknunum kring landið.