Vit eru musikantar fevnir um barnasangir nýggjar og eldri sálmar, dansiløg, føroysk kvæðaløg og skjaldur eins og sangir úr sunnudagsskúla og fólkaskúla.
Børnum dámar at spæla løg, sum tey kenna úr gerandisdegnum og duga at syngja.
Tá ið tú skalt læra at spæla eitt ljóðføri, er nógv at seta seg inn í senn: ljóðføri, motorikk, nótar og tónleikastykki.
Um tú kennir lag og tekst frammanundan, fært tú betur hugsavnað teg um at handfara ljóðførið, sigur Anna Hüdepohl.