Vel ein ítrótt, tær dámar. Íðka einar tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Og hugsa um, hvat tú etur.
Tað er í stuttum uppskriftin frá Toni Dam, persónligur venjari, tá fólk vilja lætna.
Men í verki er tað kanska ikki eins einfalt og tað ljóðar, tí fleiri ymisk viðurskifti gera seg galdandi.
– Tað vísir seg, at styrkivenjing er sera munagóð venjing, tá tú vilt lætna, sigur Toni Dam.
Í morgunsendingini tosaði hann um evnið umframt at svara spurningum frá lurtarum.