– Tað er ikki neyðugt at broyta matstovuna, hvørja ferð okkurt nýtt rák tekur seg upp. Bíðar tú nóg leingi, verður tað, sum tú hevur, modernað aftur.
Tað sigur Poul Rustin, sum seinastu 37 árini hevur rikið Muntra, ið hevur egið veitsluhøli, men eisini hevur sera nógvar cateringuppgávur, bæði til stór og smærri tiltøk, almenn, vinnulig og privat.
Matstovan hevur navn eftir horninum við gamla Piddasahandil, har fólk plagdu at hittast til góð prát.