Elbilafelagið, sum er felag fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførum, hevur ársaðalfund í kvøld.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at áhugin fyri elbilum í Føroyum er vaksandi. Tí eru fleiri aktuel evni, sum stinga seg upp.
Í hesum sambandi komu Justin Philbrow, formaður, Ninna Herdis Danielsen, næstforkvinna og Martin Andreas Kruse, skrivari, í morgunsendingina at skifta orð um elbilar.
Tey greiða frá sínum upplivingum við elbili í Føroyum og svara eisini atfinningum, sum javnan eru frammi um elbilar.