Margret Mortensen, parterapeutur, umrøður hugtakið, sjálvkensla.
Fleiri stríðast við vánaliga sjálvkenslu. Tað ávirkar ikki bara upplivingina, ein hevur av sær sjálvum, men eisini í stóran mun sambond við onnur menniskju.
Tað eru upplivingar gjøgnum alt lívið, sum ávirka okkara sjálvkenslu.
Tí hevur tað týdning, at vit ikki bara leggja lok á tað, sum er hent.
Í grundini skulu vit tora at sita við myndabókini og minnast alt, bæði tað góð og tað minni góða, vísir parterapeuturin á.