Heimagjørd smyrjisjokoláta, siroppur, súltað súrepli, brotbreyð og egg.
Hetta er nakað av tí, sum til ber at keypa í fitta, gula skápinum, sum stendur uttan fyri húsini á Nesavegi 1 á Giljanesi.
Tað er Bjørk Gudmundsen, sum eigur skápið á Giljanesi við vistfrøðiligum vørum, ið virkar sum ein sjálvtøka.
- Fólk velja sær vøruna, tey vilja hava, og so leggja tey pengar í krukkuna. Og tað riggar ordiliga væl, sigur Bjørk Gudmundsen, sum eisini hevur egg í sølubúðuni.
- Eggini verða rivin vekk alt fyri eitt, so tey eru sera populer, fortelur Bjørk Gudmundsen.