Í gjárskvøldi var kunningarfundur á Toftum. Ove Brim, høvuðsstigtakari, og Tróndur Patursson, listamaður, løgdu fram ætlaninar um listaverkið, sum er ein 17 metur høgur krossur. Ætlanin er, at listaverkið skal setast upp á Høganesi á Toftum.
Ove Brim sigur, at sum heild hava fólk tikið væl ímóti verkætlanini. Tey høvdu nógvar viðkomandi spurningar á fundinum, men mótstøðu heldur Ove Brim ikki, at hann upplivir.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sigur, at tey eru undir viðgerð av hesum málinum.