Í gongini hjá 85 ára gomlu, Guðrun Haustein, hongur navnabrettið frá bátinum Guðrun. Báturin, sum pápi hennara, Sophus Dahl Christiansen, átti, er nevndur eftir Guðruni.
Í 1946 fór Sophus Dahl Christiansen eina drúgva ferð við opna seksmannafarinum. Hann skuldi til Danmarkar har konan, Rosa Dahl Christiansen, og børnini vóru.
Hann kom tó í ógvuliga ringt veður, og trupulleikar vóru við bátinum. Tað eydnaðist honum tó at vinna upp land í Hetland.
Sophus búleikaðist á oynni Unst í 14 dagar, meðan hann bíðaði eftir betri veðri.