– Tað er hart, men eisini ómetaliga gevandi.
Soleiðis sigur Jóhan Petur Johannesen, sum í hálvttriðja ár hevur arbeitt umborð á African Mercy, ið hoyrir til altjóða hjálparfelagsskapin Mercy Ships. Ein felagsskapur sum eisini hevur eina føroyska deild.
Á skipinum verður læknahjálp veitt til sjúk menniskju, sum annars ikki høvdu møguleika at fáa hesa hjálpina. Umborð á skipinum er møguleiki at fáa viðgerðir fyri eitt nú góðkynjaðir svullir, varra- og gómakloyvir, truplar brunaskaðar, truplar føðiskaðar, eygnasjúkur og skaðar, sum krevja ortopetiskar viðgerðir.