Charlotta á Váli Olsen sigur, at tað var ein vøkur mynd, sum maðurin tók jólamorgun, ið var íblástur til orðini í nýggja sanginum.
Tá Charlotta hevði skrivað nakrar reglur um myndina, bleiv hon løgd á Facebook.
Dóttirin, Jona á Váli Olsen, helt, at henda yrkingin, Spírandi vár, var so vøkur, at hon átti at blivið til ein sang.
Tær sendu Ólavi, beiggja Jonu, yrkingina. Hann settist at gera eitt lag til orðini. Tað tók sína tíð, minnist hann.