Turið Sigurðardóttir hevur savnað teir kendastu í nýggjari bók: Kvinnustríðssangir
Bókin hjá Turið Sigurðardóttir lýsir í bitum tað, sum millum ár og dag hevur myndað føroyska kvinnustríðið.
Tekstirnir goyma í sær søguna, mynda tey ymsu stigini í orrustuni, og hvussu kvinnur vunnu sær rættindi bita fyri bita við bit og slit.
Sangur er so mangt, millum annað eitt veldigt amboð og vápn, sum sprettandi rørslur nýta til at seta orð á sín boðskap, breiða hann út og síðan til at staðfesta hann.