- Hetta er eitt heilt fantastiskt djór. Orðini eigur Tórik Ábraham Rouah, sum fiskaði ein hemara, ið vigaði heili 221 kilo.
Tá hann hevur bitið á, sýnir hann onga náði. Eg var púra útlúgvaður, tá eg loksins hevði fingið hemaran upp.
Hemarin vigaði 221 kilo. Fleiri hildu, at hetta mundi vera met, men so er helst ikki.
- Eg havi frætt, at ein vigaði 230 kilo, sigur Tórik.
Tórik leggur tó aftrat, at hetta er ein fín motivatión at royna aftur.
Hann ætlar sær út aftur so skjótt tað viðrar.