'Fat shaming' er eitt hugtak, sum alsamt fleiri skriva um. Tað byrjaði í USA; og síðani hevur hugtakið - og kjakið um tað - verið at hoyrt um allan heim.
'Fat shaming' er, tá tú hevur andstygd fyri tjúkkum fólki. Tá tú heldur, at tey hava minni virði, eru dovin og/ella nyttuleys.
Fatanin, at tjúkk fólk eru dovnari enn kløn fólk, hevur fingið fastatøkur í hugaheiminum hjá flestum okkara. Tað er heldur ikki løgið, tí nógv samfelags- og mentanarviðurskifti eru við til at halda fast í fatanini um, hvussu tjúkk fólk eru.