Ja, ein kann vera ov tjúkkur og hava góða heilsu, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Fyrr í vikuni umrøddi morgunsendingin rørsluna "Fat shaming", har vit prátaðu við Elisu Vang, sum hevur stóran áhuga fyri rørsluni. Hoyr innslagið her: - At skamma tjúkk fólk, ger tey ikki klænri.
Elisa Vang hevur í tí sambandi spurt seg fyri hjá fleiri tjúkkum fólkum, um hvussu tey uppliva at verða møtt í samfelagnum. Ein reyður tráður var, at tey, sambært Elisu Vang, eru fyri mismuni í heilsuverkinum.