Vit eru í viku seks, og aftur í ár skipa Amnesty, Fólkaheilsuráðið, politiið og Almannamálaráðið fyri tiltakinum "Vika sex".
Tað er vikan, har ljós verður varpað á kropp, kenslur, fyribyrging, mørk og kropslig rættindi.
Tað er felagið Kyn, sum stendur fyri undirvísingini - og tey eru í hesi vikuni úti í yrkis- og miðnámsskúlum og undirvísa í seksualiteti og kropsligum rættindum.
Endamálið við øllum hesum er at menna seksualundirvísingina, tí tað hevur týdning fyri okkara trivnað, at vit vita um kropp, kenslur, fyribirging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni.