Nógvir hálkudagar hava verið í januar, og tað fegnast Janus Jacobsen um, tí summarið í 2020 fekk hann eitt hugskot:
- Tað var sjálvandi eingin kavi tá, men veturin áðrenn sá eg nógv støð, sum ikki fingu saltað og ruddað kava, har eg var vísur í, at viðkomandi fyritøka hevði tørv á tí. Og so fór eg at spyrja meg fyri og kanna marknaðin. Tað vísti seg at vera ein tørvur á hesum, fortelur Janus Jacobsen.
Hann vísir tó á, at hetta ikki er ein serliga tryggur vinnuvegur.