Fyri einum lítlum ári síðani, í mars í fjør, fór Malan Ludvig undir ein blogg og vanga á instagram. Sjóneykan verður sett á gerandislívið sum ikki altíð, um nakrantíð, er ljósareytt.
Endamálið er at vísa gerandisdagin, sum hann er, sigur Malan Ludvig, ið er mamma at fýra.
- Eg helt ikki sjálv, at nakað var fyri meg, og valdi tí sjálv at gera ein. Áhugin er avgjørt har, so eg havi rakt eitthvørt.
Fólk skriva at tað er befríandi at síggja veruleikan sum hann er, vísir Malan Ludvig á.