- Biit er nýggja ungdómstoymið hjá Kringvarp Føroya, sum strembar eftir at skapa áhugavert tilfar til ung, sum skal vera nútíðarhóskandi, nýtt og feitt!
Soleiðis sigur Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, sum sjálv er partur av ungdómstoyminum.
Tilfarið fer at fevna um greinar, poddvarp, myndir, grafiskt arbeiði o.a. - alt hevur til endamáls at skapa áhuga og fokus á ungdómin og at gera gott tilfar til tey.
Biit er at finna á facebook, Instagram og á heimasíðuni www.biit.fo. Í løtuni riggar heimasíðan best á fartelefonini.