Á ársins síðsta degi í 2020 læt Magni Husgaard frá sær instrumentala soloútgávuna, Reflections.
Manningin er, umframt Magna Husgaard á klaveri, Petur Hans Niclasen, el-gittar, Eyðun Johannesen, kontrabass og Høgni Klakkstein á trummum.
Tónleikurin er spældur live í studio. Hans Poulsen tók upp. Óli Poulsen hevur tikið sær av miksing og mastring.
Magni Husgaard sigur, at honum dámar væl at reflektera um tilveruna. Hetta sæst aftur á heitunum, sum løgini hava fingið. Eitt nú Daughters, Twenty-Two and a Half Years og We're All Ghosts.