Føroyska rossið, sum hevur verið í landinum í áleið 1000 ár, hevur eina ikki sørt dramatiska søgu.
Eitt tíðarskeið í 1960unum vóru bara fimm ross eftir. Fýra ryssir og ein greðingur.
Greðingurin, Jaspur, var í Vágum, og djóralæknin var komin á staðið at gelda.
Jaspur var niðurbundin, og læknin stóð við saksinum í hondini. Í síðstu løtu var Jaspur bjargaður, og hann er í dag ættfaðir at øllum føroysku rossunum.
Jóna Ólavsdóttir er forkvinna í felagnum Føroysk Ross.