Í januar eru fleri, ið hava fíggjarligar timburmenn. Ofta verður meira brúkt á jólum enn ætlað, og tað kann koma aftur um brekku í nýggja árinum.
Eitt lyklaorð, til tess at fáa fáa skil á sínum peningaviðurskiftum, er dissiplin.
Fá tær eitt greitt yvirlit yvir tínar útreiðslur og inntøkur, so tú veitst, hvat tú hevur at arbeiða við.
Skilagott er at hava eina konto til mat, tí júst hetta kann blíva ein stór upphædd, tá hugt verður at einum heilum ári.
Slepp tær undan dýrum skundlánum og keyp bara tað, tú hevur brúk fyri.