Tá føroyingar uttanlands verða spurdir, hvat teir sakna mest, er maturin ofta ovarlaga á listanum.
Mangan verður lagt nógv fyri at fáa ræst kjøt úr Føroyum, men tað kann vera bæði tvørligt og kostnaðarmikið.
Tí er tað ikki løgið, at fleiri útsetar hava roynt at ræsa og turka kjøt. Úrslitini eru tó ikki altíð til vildar.
Páll Vestergaard og konan fluttu til Danmarkar í 2016. Tey ásannaðu skjótt, at saknur var í føroyska matinum.
Tey gjørdu tí ein kassa við fluguneti, viftum og avfuktara.