Í mars í ár stovnaðu Rúni Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway bátasmiðjuna, Brim Boats.
Skjót er arbeitt, tí longu nú hava teir gjørt eina prototypu, ella eitt frumsnið, av einum skjótgangandi báti.
Í fleiri mánaðir hava teir báðir arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi.
Fyrst tað vanliga lønandi arbeiðið, og seinni hava teir verið í smiðjuni og bygt bátin.
Hetta hevur verið strævið, men eisini spennandi. Ikki minst nú tað sær út til, at hetta kann blíva okkara livibreyð, siga teir.