Hetta er fimtu ferð, at morgunsendingin og Málráðið, saman við lurtarunum, leita eftir ársins orði.
Í 2016 var ársins orð hjúnabandslóg. í 2017 var tað fiskivinnunýskipan. Ársins orð í 2018 var ræstkjkøtaburgari og í fjør var tað heimafriður, ið fekk flestar atkvøður.
Lurtarar hava skotið eina rúgvu av orðum upp. Burtur úr hesum hevur Málráðið valt tíggju.
Tey eru: korona, farsótt, sóttarhald, tilmæli, fjarundirvísing, hjálparpakki, frástøða, smittuketa, farsóttarnevnd og pota.
Úr hesum 10 skuldu trý fólk royna at semjast um ársins orð.