Í kvøld verður greitt, hvat av teimum fýra pørunum í donsku sjónvarpssendingini Nýbyggjararnir, vinnur eini hús fyri umleið 2,6 milliónir.
Tað eru ivaleyst fleiri føroyingar, sum eru spentir, tí millum hesi fýra pørini eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen.
– Vit eru ógvuliga spent og nervøs og hava ikki sovið í alla nátt av tí sama, siga Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen næstan við ein munn, tá tey verða spurd, hvussu tey hava tað hendan finalumorgunin.