Í mong ár hevur Jana Thomsen í Havn verið ímyndin av føroyska fitnessheiminum.
Líka síðani 1986 hevur Jana Thomsen verið í bygninginum í Djóna í Geilsgøtu 5 í Havn, har hon hevur átt og rikið fyritøkuna, sum hevur itið Form & Figur, Fragd og fimi og síðani 2010 Faroe fitness.
Men nú riggar hon av í hølunum, tí bygningurin er til sølu.
- Hetta hevur verið mítt annað heim, og eg rokni ikki við, at tað gongur upp fyri mær, at eg ikki skal brúka tíð her, fyrr enn ein tíð er liðin, sigur Jana Thomsen, sum letur Faroe fitness aftur 1. desember.