Í Runavíkar Kommunuskúla halda næmingarnir, sum ganga í 8. og 9. flokki, Løksting. Byrjað var í gjár og hildið verður fram í dag.
Næmingarnir, sum eru 110 í tali, hava skipað seg í fimm flokkar: Náttúruflokkin, mentanarflokkin, skúlaflokkin, etiskaflokkin og ungdómsflokkin.
– Her gongur alt fyri seg upp á sama máta sum í Løgtinginum. Tey leggja fram lógaruppskot fyri Løkstinginum, sum síðani fer í nevnd og at enda til atkvøðugreiðslu, sigur Jónleif Johannesen, sum er varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla.