Seinastu 41 árini hevur Malla Lið Hansen í Miðvági arbeitt sum heimahjálp.
Herfyri fekk hon medalju frá Drotningini fyri trúgva tænastu í starvinum.
- Mær hevur dámt væl øll árini. Borgararnir eru allir fittir og fyrikomandi at samstarva við, og eg haldi, at bæði borgararnir, eg eri komin inn til, og teirra avvarðandi hava sett prís upp á tað arbeiðið, eg havi gjørt, sigur Malla Lið Hansen, sum í næstum fyllir 67 ár.
Sambært Mallu Lið Hansen er hetta eitt starv, sum hevur fylt nógv í lívi hennara.