Í meir enn eina viku hava tey í Danske Spil bíðað eftir, at hepni føroyingurin, sum hevur vunnið 15 milliónir krónur í Lotto, fór at gera vart við seg.
Men nú hava tey funnið eigaran av teimum 15 milliónunum.
- Tað var um vikuskiftið, at viðkomandi vendi sær til okkara. Tað gjørdi persónurin ikki fyrr enn nú, tí viðkomandi var veruliga tikin á bóli, tá viðkomandi fann útav, at milliónirnar vóru hansara.
Soleiðis sigur Camilla Cornelius, sum er fjølmiðlafólk í Danske Spil.