Tá mansliðini hjá Neistanum og VÍF hittust sunnudagin, fekk Neistin eitt sonevnt spøkilsismál - eitt mál, sum varð skrásett á dómaraseðilinum, men ikki varð skotið í veruleikanum.
Eftir dystin segði venjarin hjá VÍF, John Larsen, soleiðis við sendingina, 3-2:
- Tað er spell, at dómararnir ikki eru á nøktandi stigi, tí avrikið hjá spælarunum er gott.
- Vit spæla ein sera góðan dyst, men nógv gongur ímóti, har tey (dómarar og dómaraborð, red.) ikki hava tamarhald á nøkrum. Tey vita ikki so frægt sum, hvussu mann leggur protest, segði John Larsen.