Talan er um fíggjarligan harðskap, tá ein persónur tekur fíggjarliga frælsi frá øðrum.
Eitt nú um annar makin noktar hinum at forvinna sær pening, innlit í egna konto og fíggjarstøðuna hjá húskinum.
- Okkum dámar best, at báðir partar eru við, tá prátað verður um fíggjarviðurskifti hjá húskinum. Tað sigur Alice Frederiksberg, fíggjarráðgevi hjá Betri.
Hon ásannar, at peningastovnurin ógvuliga sjáldan er partur av málinum, meðan tað leikar á. Ofta frættir ráðgevin ikki um tað fyrr enn aftaná.