Munur er á tilknýtinum millum foreldur og børn alt eftir, hvussu nógv foreldrini brúka snildfon.
Tað vísir ein kanning av skíggjanýtsluni hjá foreldrum, og hvussu nýtslan ávirkar tilknýtið til barnið.
Gitte Klein, sum er sálarfrøðingur og lærari, hevur gjørt kanningina.
- Sambært kanningini er signifikantur munur á tilknýtinum hjá ávikavist foreldrum, ið brúka snildfon lítið og nógv. Jú størri nýtslan av snildfon er, jú verri er tilknýtið millum foreldur og barn, sigur Gitte Klein og heldur fram: