Tóki Jansson var bara 15 ára gamal, tá hann fór undir røðina, Skúla Scam. Eg brúki nógvar av mínum egnum upplivinum úr skúlatíðini, sigur hann.
Tað var á Nollywood, at Tóki Jansson og Jónas í Dali Wagner hittust.
Tann eldri lærdi tann yngra at animera, og síðani gekk tað skjótt.
Ungi maðurin ger mest sum alt sjálvur. Hann bæði animerar, skrivar, leikstjórnar og leggur rødd til fleiri persónar.
Dina Fríða Poulsen er eisini partur av verkætlanini. Hon hevur skrivað tríggjar partar av Skúla Scam og leggur rødd til ein persón í røðini.