Tað er sera vanligt, at fólk leita sær til kommunulækna, tí tey merkja svimbul.
- Tíbetur er tað sjáldan eitt tekin um nakað álvarsamt, og hjá teimum flestu hvørvur tað innan stutta tíð, sigur Amalia Danielsen, kommunulækni, sum leggur dent á, at fólk ikki skulu blíva bangin, um tey av og á kenna okkurt svimbul.
- Tað eru nógvar ymiskar orsøkir til svimbul, men í flestu førum er tað ikki tekin um álvarsliga sjúku, sigur Amalia Danielsen.