Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,036 episodes available.
September 01, 2020Napoleon tumlaði úr Hirtshals til Marseille- Fólk vóru veruliga fyrikomandi og hjálpsom. Tað lærdi eg á hesi ferðini.Soleiðis sigur havnarmaðurin, Napoleon Smith, sum júst er heimafturkomin av eini ferð til Marseille í Fraklandi.Í august setti Napoleon Smith sær fyri at kanna, um evropeiskir bilførarar hava hjartarúm, hóast koronufarsóttin ger um seg.Hann tumlaði allan vegin úr Hirtshals til Marseille, og túrurin tók fimm dagar....more26minPlay
September 01, 2020Góðan morgun Føroyar 01.09.2020Morgunsendingin, týsdagin 1. september...more2h 16minPlay
September 01, 2020Til arbeiðis á innlandsísinumDR1 var við á innlandsísinum, tá tveir granskarar skuldu kanna, hvussu nógv innlandsísurin er tiðnaður í ár. Við á túrinum var Jan Arnskov, fotograftur.Innlandsísurin í Grønlandi fevnir um eitt øki á 1,8 milliónir fermetrar. Har ísurin er tjúkstur, er hann yvir tríggjar kilometrar djúpur.Hoyr Jan greiða frá....more10minPlay
August 31, 2020Góðan morgun Føroyar 31.08.2020Morgunsendigin, mánadagin 31. august...more2h 18minPlay
August 28, 2020Stórsligið at síga og kava við Tinghellu í ÆðuvíkØkið á Fossdalsbakka við Æðuvík, har tann stórbara Fossdalsgjógv og tann søguliga Tinghella eru, er ein sonn náttúruperla. Tí er tað løgið at hugsa sær, at ruskplássið fyri økið í Suðureysturoy var júst her, til Brennistøðin hjá IRF varð gjørd....more34minPlay
August 28, 2020P-øki til rørðslutarnaðHar eru tey, sum ilskast um p-básar við handikapmerki á, sum standa tómir, tá allir aðrir básar eru upptiknir, men soleiðis eigur tað at vera, sigur forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, tí hesir básar eru til teirra, ið ikki megna at ganga langar teinar....more7minPlay
August 27, 2020Whiskey í KvívíkSjálvt um tú ikki fært bygg til framleiðslu av whiskey í Føroyum, so ber til at innflyta hetta, og gera føroyskt whisky hóast alt. Tað sigur Bogi Mouritsen, sum er ein av fólkunum handan Faer Isles Distillery, ið hevur í huga at byggja framleiðsluvirki í Kvívík.Tað snýr seg um so mangt annað, so sum saltið í luftini og hitan í sjónum, og í so máta eru viðurskiftini í Føroyum perfekt til at framleiða whiskey. Men whiskey skal lagra í áravís áðrenn tað kann drekkast, og hvar ger ein framleiðari so? Jú hann framleiðir ginn meðan vit bíða....more9minPlay
August 27, 2020Vit lurta og fara at fylgja gongdiniBæði Sigtór Petersen, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen, og Teitur Samuelsen, stjóri í PF. Eysturoyar og Sandoyartunnlar, eru vísir í, at Eysturoyartunnilin letur upp sum ætlað beint eftir ársskiftið.-90 prosent av okkara arbeiði er gjørt og í morgin verður nýggja rundkoyringin á Hvítanesi liðug, sigur Sigtór Petersenverkætlanarleiðari í byggifelagnum J&K Petersen....more14minPlay
August 27, 2020250 kilometrar av káplum í EysturoyartunnlinumMeðan boriarbeiðið í einum tunnli fer fram, verður javnan upplýst hvussu nógvir metrar eru boraðir og hvussu nógvir eru eftir. Tá so liðugt er at bora og tunnilin verður gjørdur liðugur, hoyrist lítið, tí torført er at lýsa hitt arbeiðið í vavi. El-arbeiðið er stórur partur av arbeiðnum at gera tunnilin lidnan. Og stjórin í El-service, John Eli Olsen, er fegin um at hansara fyritøka fekk arbeiðið at vera undirveitari hjá stóru norsku fyritøkuni Roxel í Eysturoyartunnlinum....more13minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,036 episodes available.