Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggju... more
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,036 episodes available.
August 26, 2020Stóra ríðingarhøll við sjálvbodnum arbeiðiRíðingarhøllin, sum kemur upp á Prestlandinum í Miðvági og sum í framtíðini skal verða ríðingarhøll fyri alla oynna, er gamli Timburhandilin hjá Kjølbro, ið stóð uppi við Borðoyarvík í Klaksvík.Regin Poulsen, kassameistari í Vága Ríðingarfelag, sigur, at nú eru fleiri ár síðani teir byrjaðu, men málið er at høllin skal takast í brúk næsta summar. Felagsfjós verður bygt afturat høllini....more10minPlay
August 26, 2020Blástein lærir forsidefruer at fiskaUpprunaliga skuldu forsíðufrúurnar fara til Íslands at taka upp, men korona hevur gjørt, at tær endaðu í Føroyum ístaðin. Tað er Gunnvør Dalsgaard, sum er av føroyskari ætt, fegin um, tí so fær hon høvi at vísa hinum frúunum vøkru náttúruna í Føroyum, sigur hon. Fleiri av frúunum hava ongantíð verið úti við báti og fiskað, og tí gleða tær seg til fiskitúrin við Blástein, sum er deksbáturin hjá Magna Blástein í Vestmanna. Ein kokkur fær veiðuna hjá frúunum og skal gera ein áhugaverda fiskarætt....more8minPlay
August 26, 2020Ung skulu LARMASoleiðis sigur Beinta Gregersen, leiðari í Húsinum, sum er ungdómshúsið í Klaksvík, og tí hava tey, saman við øðrum góðum kreftum, ment eina app, sum gevur teimum ungu møguleikan til at koma við sínum hugsanum, og til at taka støðu til ymisk viðurskifti, ið koma teimum við.Beinta sigur eisini, at tað, at gera sína hugsan galdandi, er neyðugt í einum fólkaræði, og hetta mugu tey ungu læra. Vit vaksnu tosa alt ov nógv um tey ungu heldur enn við tey ungu....more10minPlay
August 25, 2020Mest danir fiska við BlásteinHoyr alla samrøðuna við Magna Blástein, sum var í Góðan morgun Føroyum í morgun....more11minPlay
August 25, 2020Nógv fólk verið undir Vestmannabjørgunum í summarHoyr samrøðuna, sum var í Góðan morgun Føroyum við Bjarka Skúvadal frá Sp/f Skúvadal um siglingina undir Vestmannabjørgini í summar....more13minPlay
August 25, 2020Góðan morgun Føroyar 25.08.2020Morgunsendingin, týsdagin 25. august...more1h 46minPlay
August 25, 2020Góðan morgun Føroyar 24.08.2020Morgunsendingin, mánadagur 24. august...more1h 46minPlay
August 25, 2020Hann hjálpir við stavinginiTalan er um eina sonevnda beta-útgávu, ið føroyingar kunnu leggja á telduna, og hetta merkir, at arbeitt verður enn við forritinum, greiðir Heðin Jákupsson, verkætlanarleiðari, frá.Vandan, at fólk gerast málsliga dovin, nú teldan stavar fyri tey, heldur Jógvan í Lon Jacobsen, professari, vera lítlan, tí tá fólk fáa at vita, hvat er rætt, so læra tey tað við tíðini....more16minPlay
August 25, 2020Koronastuðul til ítróttarfeløgDystir uttan áskoðarar og avlýstar framsýningar hava havt við sær, at fíggjarstøðan hjá nógvum ítróttarfeløgum er verri enn hon plagar hesa ársins tíð, og ÍSF heitir nú á hesi feløg um at søkja um fíggjarligt endurgjald úr einari pulju við 4 milliónum krónum, sum ÍSF hevur at býta út.Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF greiðir frá hesari skipan, nú evstamark fyri at søkja nærkast....more8minPlay
August 24, 2020Spennandi urtagarður við 120 føroyskum plantumÍ Góðan morgun Føroyum í morgun hoyrdu vit um ein áhugaverdan urtagarð í Hoyvík. Hann er umleið 100 ára gamal, men í mong ár hevur yvirvaksið spanskt hindber krógvað garðin, so fólk ikki hava lagt hann til merkis. Nú er hann endurreistur og tilsamans 120 sløg av føroyskum plantum prýða hann.Tjóðsavnið vil fegið varpa ljós á føroyskan vøkstur, sigur Herleif Hammer, stjóri. Og bæði Annleyg Patursson, gartnari, sum hevur sniðgivið og gróðursett planturnar, og Ólavur Reinert, sum hevur staðið fyri lendisarbeiðnum, halda, at hetta hevur verið serliga spennandi at arbeitt við....more15minPlay
FAQs about Góðan morgun Føroyar:How many episodes does Góðan morgun Føroyar have?The podcast currently has 4,036 episodes available.