Eileen Sandá, sum arbeiðir á Kunningarstovuni í Vági, sigur, at tey merktu beinanvegin í koronutíðini, at nógvir føroyingar vóru áhugaðir at koma til Suðuroyar; ikki bara um vikuskiftið, sum vanligt hevur verið, men eisini mitt í viku.
– Føroyingar koma higar fyri at hugna sær og teir leggja nógv meira pengar eftir sær í oynni enn útlendingar vanliga gera, sigur Teresa Turidardóttir Kreutzmann, sum hevur arbeitt við menningaræltan fyri ferðavinnuna í Suðuroynni og rekur kafé á Tvøroyri og hotel í Vági.