Tríggir bøndur á Viðareiði, Esmar Sørensen, Niels Absalonsen og Rói Absalonsen, hava bygt eitt stórt og nýmótans leysgongufjós, har 110 mjólkikýr nú eru. Pláss er fyri 130 kúm og tað er málið í framtíðini.
Esmar Sørensen sigur, at tað hevur tikið sjey ár at koma so langt. Tað hevur verið møðsamt, men tað hevur verið tað vert.
Sum er hava teir ov lítið av stráfóðri og tí verður nú farið undir at velta meira bø, umframt at teir nú sláa tvær ferðir. Tað hjálpir væl at bøurin nú er vetrarfriðaður, sigur Esmar Sørensen.